|
Telefontíðir:
mánadag til fríggjadag 09.00 - 14.00
FO-Umsitingin er flutt niðan á Hoydalsveg 19
Vælkomin á heimasíðuna hjá FO-umsitingini.
Hetta er umsitingarsíða fyri økisnøvnini (domain names) undir .fo landaøkinum, tvs. at her kunnu økisnøvn
- stovnast - strikast - redelegerast, t.e. at tilvísingin til navnaambætarar kann broytast
Har aftur at ber til at broyta persóns- og virkisupplýsingar (adressu, t-post o.l.), ið longu eru skrásettar í sambandi við eitt verandi økisnavn.
Tá umsóknin (sí í skránni vinstrumegin) er útfylt, fær umsøkjarin á skýggjanum eitt yvirlit yvir tað, sum skrivað varð. Er hetta í lagi, og tað verður váttað, fær umsøkjaran við t-posti sent útfylta umsóknarblaðið. Hetta skal prentast og undirskrivast av umsøkjaranum, og síðani sendast FO-umsitingini við posti ella um fax.
Er talan um at stovna eina A-umsókn, skal FO-umsitingini hava nøktandi skjalprógv fyri, at umsøkjarin hevur rætt til økisnavnið.
Tað ber ikki til søkja um økisnavn, uttan at hetta hevur tilvísing til navnaambætarar.
Skrásetingargjald skal vera goldið, áðrenn umsóknin verður endaliga avgreidd.
A og B umsóknir
A. Um umsókn skal roknast í hendan bólkin, skal umsøkjarin smb. gr. 4 í reglugerðini kunna skjalprógva serliga rætt sín til økisnavnið.
B. Gr. 5 í reglugerðini opnar fyri møguleikanum at fáa tillutað økisnavn, uttan at umsøkjarin tó nýtist at skjalprógva rætt sín til hetta. Aftur fyri verður økisnavnið lýst alment á www.nic.fo og í tíðindablaði, soleiðis at onnur, sum halda seg hava rætt til navnið og kunnu skjalprógva hetta, kunnu gera vart við seg.
Serligar reglur eru viðvíkjandi persónsnøvnum sum økisnøvnum, sí gr. 4, stk 1c og gr. 5, stk. 4.
|